Hann er fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum, og hann hevur seinasta árið verið formaður í Fótbóltssambandinum.
Óli er vágbingur. Pápin var Alfred Holm ella Alfred hjá Juliusi við Kykslið, sum hann varð nevndur, og Elsa, fødd Larsen og ættað av Eiði. Pápi hennara var Óli í Búrsstovu á Eiði, sum gekk burtur við Verdandi í 1944. Óli eitur sostatt eftir abbanum á Eiði.
Elsa og Alfred fingu sjey børn: Jona, Marna, Óli, Elsubeth, Julius, Magnus og Maibritt. Marna, Óli, Elsubeth, Julius og Magnus búgva í Vági. Jona býr í Herfølge, og Maibritt býr á Oyri.
Tá ið Óli í 1961 var liðugur í skúlanum, varð hann skipsmaður. Hann sigldi við teimum á Gørðunum, har pápin var skipari. Óli var saman við pápanum við Saksabergi og Magnusi á Gørðunum, og so var hann eisini við Peturi á Gørðunum.
Eftir summarfrítíðina í 1963 fór Óli at útbúgva seg til lærara í Danmark, har hann í 1968 leyk prógv á Nr. Nissum Seminarium. Hann gjørdist beinanvegin lærari við Vágs skúla, og har hevur hann verið síðani, tó undantikið 1971-73, tá ið hann var lærari í Sct. Jørgen skúla í Holsterbro. Síðani 1973 hevur Óli verið varaskúlastjóri í Vági.
Í 1992 varð Óli, sum er fyrikomandi og hóvligur maður, valdur til formann í aðalstjórnini í Tjóðveldisflokkinum, og í tí sessinum sat hann í tíggju ár. Frá 14. juni í 2001 og fram til 6. juni í 2002 var hann landsstýrismaður í mentamálum.
Óli hevur verið nógv uppi í ítrótti. Hann er góður bridge spælari og serliga í fótbóltinum hevur hann gjørt vart við seg. Hann var á VB liðnum, sum vann miðaldeildina í 1964. Í 1966 helt VB seg til aftur at spæla í meistaradeildini, og Óli var á liðnum fram til í 1979. Fyrru árini var hann ofta vongur. Í 1974 vann VB bæði kappingina um Ísafjarðarsúluna og Felags steypakappingina, sum bara var hetta eina árið. Tá og tey næstu árini var Óli miðvallarspælari, og síðstu árini var hann aftastur í verjuni.
Frá 1969 og fram til 1971 var Óli formaður í VB, og seinni hevur hann verið VB formaður í eini fýra ár afturat. Tað var í tí tíðini, tá ið vágbingar bygdu VB hús og ítróttarhøll. Óli var formaður í hallarnevndini. Í 1985 varð Óli Holm valdur í nevndina í Fótbóltssambandinum, og har hevur hann sitið síðani. Fyri einum ári síðani varð hann valdur til formann í FSF.
Óli er giftur Elise Holm úr Vinding í Danmark. Tey bæði gingu í læraraskúla saman, og síðani í 1973 hava tey verið starvsfelagar í Vágs skúla. Elise og Óli Holm búgva vesturi í Bø í Vági, og tey eiga fýra børn - John Henrik, føddur í 1970, Dennis, føddur í 1972, Christina, fødd í 1973, og Barbara, sum er fødd í 1986. Øll børnini búgva í Vági, og Óli eigur fýra abbabørn - tríggjar gentur og ein drong.
Føðingardagin er Óli Holm burturstaddur.