Óli hevur ongan dyst tapt

Venjingardystirnir benda á, at tað er møguleiki fyri, at tað fer at roynast betri hjá Hvidovre nú, enn tað gjørdi undan vetrarsteðginum

Tað royndist alt annað enn væl hjá Óla Johannesen og Hvidovre, tá teir eftir summarsteðgin í fjør royndu at taka fyrsta stigið fyri at gera dreymin hjá størsta eigaranum av felagnum, Peter Schmeichel, til veruleika. Dreymurin var, at Hvidovre innan alt ov rúma tíð skuldi endurvinna støðuna í toppinum í donskum fótbólti, sum teir vóru við til at mynda frá miðskeiðis í seksti árunum og inntil grannarnir í Brøndby rættuliga fingu høvdið fyri seg.
Men veruleikin hjá Hvidovre hevur myndað seg heilt øðrvísi. Síðsta heyst spældu teir fimtan landskappingardystir. Teir vunnu bara tríggjar ferðir, seks ferðir var javnleikur, og teir taptu seks ferðir. Nú síðstu fyrireikingarnar verða gjørdar til seinnu kappingarhálvu, er Hvidovre á 11. plássinum ? trý stig frá niðurflytingarplássinum, sum B93 er á.

Sær ljósari út
Útgangsstøðan undan seinnu kappingarhálvu er soleiðis, at tað í fyrsta umfari verður hugsað um at sleppa burtur úr niðurflytingarvandanum, áðrenn tað verður hugsað um at vera við í stríðnum um uppflyting til superliguna.
Síðandi ársskiftið hevur Hvidovre spælt sjey venjingardystir. Og um úrslitini í teimum skulu takast sum ábending um, hvussu tað fer at roynast í landskappingini, so sær ikki so galið út. Hvidovre hevur bara tapt eina ferð. Tað var ímóti superliguliðnum AB, sum vann 5?3. Annars hevur Hvidovre vunnið 5?1 ímóti Birkerød, 1?0 ímóti Brønshøj og 2?1 ímóti HIK. Ímóti Fremad Amager, Farum og Lyngby hevur verið javnt.
Tá Hvidovre spældi 1?1 ímóti Farum vóru teir sera væl nøgdir. Farum liðið var júst komið aftur av venjingarlegu í Spania, har teir hvønn dag høvdu vant á grasi, meðan talan var um fyrsta dystin í hesum árinum á grasi hjá Hvidovre. Ímóti Lyngby var úrslitið 4?4. Líkindini vóru vánalig. Tað varð spælt á sandvølli, og tað vóru bæði kavi og ísur á vøllinum.

Óli undanvind
Á heimasíðuni hjá Hvidovre tykjast teir vera væl nøgdir. Serliga væl nøgdir eru teir við verjupartin. Liðformaðurin á føroyska landsliðnum, Óli Johannesen, er fastur maður í miðverjuni. Tá Hvidovre tapti 5?3 á útivølli ímóti AB, varð ein av høvuðsorsøkunum søgd at vera, at Óli Johannesen ikki var í miðverjuni. Hann hevði drigist við ein lítlan skaða, og undir upphitingini noyddist hann at staðfesta, at tað ikki bar til at spæla.
Í 4?4 dystinum ímóti superligu liðnum Lyngby skoraði Óli Johannesen tvey mál.
Fyrsta umfarið í landskappingini í næstbestu donsku deildini verður vikuskiftið 16. og 17. mars. Umfarið verður tað 16. í hesum kappingarárinum. Hvidovre skal spæla á útivølli sunnudagin 17. mars. Mótstøðuliðið verður gamla stórfelagið í Odense, sum eitur B1909.
Venjingardystir eru á skránni tvey tey næstu vikuskiftini. Nú leygardagin skal Hvidovre spæla ímóti Knabstrup og annan leygardag skulu teir spæla ímóti Skjold.