Landsliðsleikari
Tað kom illa við hjá tvørámonnum, at besta liðið hjá TB misti sessin í Formuladeildini og noyðist ta tungu leið niður í 2. deild. Men TB-fjepparar kunnu nú fegnast um, at stýrimaðurin í verjuni hjá TB, landsliðsskiparin, Óli Johannesen, hevur gjørt av at halda fram í barndómsfelagnum.
Hugsar ikki um landsliðið
Óli Johannesen váttar, at tað hava verið áhugaverdir fyrispurningar frá nøkrum feløgum úr fremstu deildini norðanfjørðs, men at hann tó gjørdi av at halda fram á Tvøroyri.
- Eg havi familju, og vit hava nýligani keypt hús her á Tvøroyri. Tí er tað ikki bara sum at siga tað at fara av Tvøroyri at spæla fótbólt, sigur Óli Johannesen.
Spurningurin um landsliðsfótbólt var ikki í tankanum hjá Óla, tá ið hann skuldi taka støðu til, hvar hann skuldi spæla komandi kappingarár.
- Eg havi valt TB fram um alt annað. So er tað upp til nýggja landsliðsvenjaran at gera av, um hann hevur brúk fyri mær á landsliðnum í framtíðini, sigur Óli Johannesen.