Óli Hans verður stjóri í Mekta

Óli Hans Hammer Olsen, sum hevur sagt stjórastarvið í Skipaeftirlitinum frá sær, tekur við sum stjóri í Mekta, sum er ein samanlegging av El-tænastuni og KT-fyritøkuni 7bit

7bit er ein lítil KT-fyritøka í vøkstri, og tí er tørvur á eini styrktari umsiting, sigur felagið.

Frá mánadegnum 3. september verður 7bit saman við el-innleggjaravirkseminum hjá fyritøkuni El-tænastuni lagt í eitt nýtt el og kt-samtak, ið fer at eita Mekta.

Tað eru Torben Nielsen, Mathias Davidesen og Óli Hans Hammer Olsen, Kári Sigvardsen, sum eiga Mekta.

Kári Sigvardsen hevur KT sum ábrygdarøki, meðan Óli Hans Hammer Olsen verður settur sum stjóri og umsitingar- og fíggjarábyrgd.

Mekta fer at halda til í Heiðahúsunum ? nýggja skrivstovubygninginum, sum TN-Bygging hevur bygt í Runavík.