Ebenezer: Á ungdómsmøtinum hóskvøldið høvdu tey ungu í samkomuni vitjan at einum persóni, sum tey helst hava hoyrt um, men sum mong kanska ikki hava sæð. Hetta kvøldið talaði nevniliga Óli á Grømma Jacobsen (myndin), sum er formaður í aðalnevndini fyri trúboðarafelagsskapin New Tribes Mission. Óli og kona hansara, Judy hava verið trúboðarar í millum annað Miðamerika og Filipsoyggjunum. Umframt hetta ungdómsmøtið, fer Óli at tala á samfelagsstevnuni í Ebenezer komandi vikuskiftið.