Óli góði, takk og annars takk!

   

Sjónarmið míni noyðist tú ikki at útgreina. Tó so, hevur tú ikki skilt meg, meini eg at: Tað er ússaligt, at tú sum fakfelagsformaður góðtekur ein sáttmála fyri limir tínar, sum ger mun á nationaliteti. Tá ein er komin har, er bert ein spurningur um tíð, til ein eisini ger mun millum húðarlit, religión osfr.
Tú kennir á tær, at munur er ímillum okkum bæði. Og rætt hevur tú, munurin er bara størri, enn tú kundi ímyndað tær.

Ps.
Tá tú kallar meg fakfelagskvinnu, kann eg einans gleðast. Fakfelagspolitikkur hevur gjøgnum nógv ár verið og er framvegis eitt av hjartamálum mínum.
Kann henda tú kennir á tær, at tú hevur eitthvørt útistandandi við FA.
So er adressan skeiv. Men hevur tú hug at hitta meg, so kom ein túr norður um fjall, eri at hitta í Egningarskúri nr. 6.