Liðformaðurin situr uttanfyri

Tað eru góð fótbóltslíkindi í Sarpugerði, har fyrsta uppgerðin í 4. umfari í Formula deildini er. Víkingur hevur vitjan av NSÍ, og fyrsta bríkslið var klokkan 18. Nú 1. hálvleikur er hálvrunnin er tað framvegis málleyst.

Merkisvert er tað, at NSÍ liðformaðurin, Óli Hansen, ikki er á vøllinum. Óli hevur ikki vant í vikuni, tí hann hevur verið burturstaddur. Í hansara stað spælir Pól Jóhannus Justinussen. NSÍ liðformaður í kvøld er Jóhan Troest Davidsen.

Hjá Víkingi er Andreas Lava Olsen fyri fyrstu ferð í landskappingini ímillum teir fyrstu ellivu. Hann er í álopinum.

Bæði liðini eru í 4-3-3 ella kanska 4-5-1 uppstilling:

Víkingur: Geza Turi - Hans Jørgen Djurhuus, Atli Gregersen, Niclas Niclasen, Hanus Jacobsen - Símun Louis Jacobsen, Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar, Zoltan Bukszegi, Magnus Skoralíð - Andreas Lava Olsen.

NSÍ: Tórður Thomsen ? Aco Pandurovic, Jóhan Troest Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Hansen ? Jónhard Frederiksberg, Nenad Stankovic, Bogi Løkin, Milan Pejcic, Hjalgrím Elttør - Dejan Stojkovic.