HB liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen hevur ikki verið fastur maður millum teir fyrstu ellivu higartil í ár. Fyrst var hann skaddur, og síðani hevur hann fleiri ferðir verið á beinkinum, enn hann hevur verið millum teir fyrstu ellivu. Heri H. Mohr hevur verið drúgvur í verjuni, og hann er aftur millum teir fyrstu ellivu, nú HB er í Sarpugerði, har fyrsta bríksl verður klokkan 19.
Drúgvi miðvallarin Mikkel Frankoch er aftur í kvøld so mikið skaðadarvaður, at hann ikki er á listanum.
Hjá Víkingi er tað merkisvert, at Jákup Johansen, sum plagar at vera framrættaður í vinstru, er á beinkinum. Bergur Gregersen og Elias Lervig hava higartil í ár kappast um plássið á vongverjanum í vinstru. Í kvøld eru teir báðir á beinkinum.
Andreas Lava Olsen, sum leingi var skaddur, og sum síðstu ferðirnar hevur verið skiftur inn, er í kvøld millum teir fyrstu ellivu. Tað er 17 ára gamli Noah Mneney eisini. Hann hevur ofta avloyst í miðverjuni, men í kvøld eru Atli Gregersen og Vukasin Tomic, sum higartil hava verið fastir miðverjar, báðir á vøllinum frá fyrsta bríksli.
Víkingur – HB kl. 19.00
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen