Danmark
Meðan Todi Jónsson, Jákup Mikkelsen og hinir í superliguni halda frí hetta vikuskiftið, fer næstbesta danska deildini í gongd við at avgreiða seinnu kappingarhálvu.
Fyri Óla Johannesen merkir hetta samstundis, at hann fyri fyrstu ferð skal royna seg í veruligum dysti fyri nýggja felag sítt, Hvidovre.
Møguleikararnir fyri eini góðari byrjani tykjast so avgjørt at vera til staðar, tí mótstøðuliðið er Birkerød, sum bert hevur fingið sjey stig í teimum 15 dystunum, sum higartil eru leiktir hetta kappingarárið.
Hvidovre er í løtuni á 11. plássi við 17 stigum.










