250 ár eru liðin, síðani sigliingarmaðurin og skaldið Nólsoyar Páll varð føddur. Í hesum sambandi skipar Føroya Fólkaháskúli fyri fyrilestrum. Fyrra fyrilesturin heldur Óli Olsen, sum júst hevur skrivað bók um Nólsoyar Páll, sum kemur út í næstum.
Nú 250 ár eru liðin, síðan Nólsoyar Páll var borin í heim, fara Óli Olsen og Árni Dahl at halda tveir fyrilestrar á Føroya Fólkaháskúla.
Í fyrra fyrilestrinum hjá Óla Olsen skal sigast eitt sindur frá sigling Nólsoyar Pálls á nær- og fjarleiðum. Sagt verður frá, tá ið Páll fer at sigla, tekur stýrimansprógv í Danmark og fer út í heim at bróta sær ein veg.
Dvølst verður við sigling hansara við amerikonskum skipum, og nomið verður við tíðina, tá ið Páll við bústaði í Keypmannahavn siglir sum skipari fyri kongaliga føroyska handilin.
Sagt verður frá Royndini Fríðu, sum Nólsoyar Páll í Vági smíðar saman við øðrum monnum.
Gjørt verður eitt sindur burtur úr lagnuferðini í 1808, tá ið bretar taka Royndina fríðu og senda føroysku manningina undir varðhaldi til London.
Mánakvøldsfyrilesturin hjá Óla Olsen verður í Miðstovuni á Føroya Fólkaháskúla í kvøld 17. oktober klokkan 19.30.
Næsta mánakvøld 24. oktober klokkan 19.30 verður aftur ein fyrilestur, hesaferð um skaldið Nólsoyar Páll.
Tá fer Árni Dahl at halda fyrilestur við heitinum: »Fyrimyndir til táttin Fuglakvæði«
Greitt verður stutt frá teimum átta táttunum, sum heimildir siga, at Nólsoyar Páll yrkti.
Roynt verður eisini at greiða frá, hvørjar fyrimyndir táttayrkjarin møguliga hevur havt, tá ið hann yrkti táttin »Fuglakvæði«.
Fyrilestrarnir eru ókeypis og almennir.