Liðfelagarnir arga Gilla

Fyrst var tað Gilli Rólantsson. Síðani hava hinir Brann-spælararnir hermt eftir (og arga) føroyska vongspælaran.

Nógvir eru málfagnaðirnir, onkrir meiri minniligir enn aðrir. Onkrir eru kreativur, onkrir vakrir, men so eru onkrir, sum ikki eydnast heilt.

 

Málfagnaðurin hjá Gilla Rólantsson eftir vakra málið móti Rosenborg man teljast millum síðstnevndu. Ætlanin mundi vera at glíða á búkinum eftir vøllinum, men lopið miseyndaðist eitt sindur og føroyski landsliðsspælarin fall til jarðar sum ein eplasekkur, sum norðmenn plaga at taka til.

 

Hvussu er og ikki - í sannførandi 4-1 sigrinum hjá Brann móti Molde leygardagin, valdu nakrir av Brann-spælarunum at herma eftir Gilla Rólantsson, allarhelst fyri at arga hann eitt sindur. Gilli Sørensen dámar væl at prika liðfelagarnar, serliga nú Føroyar liggja oman fyri Noreg á styrkislistanum hjá FIFA. Hetta er kanska ein roynd hjá teimum at prika aftur.

 

Fyrst var tað Ruben Kristiansen, sum roynir seg við einum líknandi lopi, eftir at hann hevur lagt Brann 1-0 á odda móti hinum føroyingafelagnum í Eliteserian, Molde. Síðani er tað Jonas Grønner, ið ger tað sama, eftir at hann hevur lagt Brann á odda 2-1 í sama dysti. 

 

Ikki man føroyski vongurin taka tað so tungt. Hann er fyrsti maður at leggja seg oman yvir Ruben Kristiansen og sæst eisini fegnast saman við Jonas Grønner.

 

Filmsbrotið hevur SK Brann sett saman.