Liðfelagar hjá Páli forfylgdir undir OL

Fyriskipararnir og hjálparfólkini í svimjingini við OL í London gera seg inn á svimjararnar. Somikið bersøgin er danski landsliðsvenjarin, Paulus Wildeboer, sum eisini hevur Pál Joensen undir sær.

 

Í fleiri førum eru svimjararnir bidnir um at skifta svimjihettu og -brillur stutt undan byrjan, og hetta hóvar danska landsliðsvenjaranum illa.

 

- Hetta er órættvíst. Talan er um eitt skitið, politiskt kynstur. Soleiðis kanst tú ikki fara við svimjarunum. Teir burdu givið sambandinum eina bót ístaðin. Fínt, so kunnu vit taka tað harfrá. Tú kanst ikki siga við ein svimjara tveir minuttir áðrenn hann fer í vatnið, at hann skal skifta útgerðina, sigur landsliðsvenjarin, Paulus Wildeboer, við sporten.dk.

 

Tað eru gitingar um, at hetta er ein tilætlaður ágangur einum av stóru stuðlunum, nevniliga Speedo, at frama. Hesum tekur Paulus Wildeboer undir við.

 

- Sjónvarpsmyndirnar vísa Arena, Adidas, Mizuno og so framvegis, men ikki Speedo. Hvat ger FINA (altjóða svimjisambandið, red.) fyri at bjarga hesum stuðlinum? Júst nú royna teir harðliga at vísa okkum, at tað bara er eitt slag av útgerð, ið verður góðkend, nevniliga Speedo, sigur hann.

 

Pál Joensen hevur verið í kappingarhylinum einaferð og er eisini merktur av órógvinum. Hann mátti læna brillur og hettu frá einum øðrum hjálpsomum svimjara, eftir at fyriskipararnir gjørdu vart við eitthvørt. Eisini eru Jeanette Ottesen Gray og eitt danskt lið í liðsvimjingini merkt.

 

- Fyrst tóku teir Jeanette Ottesen Gray við brillunum. Síðani hettuni. Hon brúkti jú somu hettuna í einari kapping fyrr í OL. Fyrst varð hon góðtikin og síðani vrakað, hvat er tað fyri nakað lort, spyr ein spinnandi óður danskur landsliðsvenjari.