Danmark
Tað hevur verið nógv skrivað og sagt um felagið hjá Óla Johannesen, Hvidovre, hesa síðstu vikuna. Tosið hevur fyrst og fremst snúð seg um Peter Schmeichel, sum tykist vera evni til yvirskiftir í øllum teimum donsku miðlunum, tá hann sigur okkurt, og eisini, tá hann velur at tiga og einki siga.
Eitt er, at stóri málverjin er givin í Portugal, og at miðlarnir hava kappast at vera fyrstir við søguni um, hvagar leiðin nú gongur. Men frá einum føroyskum sjónarmiði eru tíðindini meiri áhugaverd, sum siga, at Peter Schmeichel hevur givið Hvidovre krakk. Tað sigst, at eitt ára gomlu ætlanirnar um, at pengarnir hjá Schmeichel skulu vera við til at draga Hvidovre fram aftur í fremstu røð, ikki eru galdandi meiri.
Nógv hevur verið sagt og skrivað um hetta, men málverjin hevur ikki sjálvur úttalað seg í nógvar dagar.
Leikluturin hjá Óla
Síðsta umfarið í næstbestu deildini í Danmark varð spælt sunnudagin. Óli Johannesen og liðfelagarnir hjá honum í Hvidovre vóru í Randers og dystaðust ímóti felagnum hjá Atla Gregersen.
Úrslitið var 3?2 til Hvidovre, og Óli Johannesen gjørdi ein orduligan vørr. Í 49. minutti javnaði hann til 1?1. Málið hevði við sær, at Hvidovre av álvara kom inn í dystin. Teir komu framum 3?1, men tá tíggju minuttir vóru eftir, minkaði Randers Freja um munin. Óli Johannesen gjørdi sjálvmál! Talan var um fyrsta málið hjá Óla, síðani hann eftir ársskiftið kom til Hvidovre, og talan var eisini um fyrsta sjálvmálið.
Hvidovre endaði á tíggjunda plássi við 38 stigum. Teir høvdu miðjað eftir sætta plássinum. Seks stig vóru upp til sætta plássið. Randers Freja endaði á 11. plássi við 33 stigum.
Gamlir kenningar
Esbjerg hevði fyri langari tíð síðani tryggjað sær annað uppflytingarplássið. Stóri spenningurin sunnudagin var, um tað skuldi verða Vejle, Køge ella Frem, sum fór við hinum plássinum. Vejle vann 4?2 í Esbjerg, og harvið gjørdu teir sjálvir av, at teir skuldu flyta upp. Teir høvdu eisini flutt upp, um teir taptu, tí bæði Frem og Køge taptu sínar dystir.
Fyri fótbóltin í Danmark kemur tað ivaleyst væl við, at Esbjerg og Vejle flyta upp í staðin fyri feløg úr høvuðsstaðar økinum. Bæði Esbjerg og Vejle eru kend og vird feløg í Danmark, og tað verður roknað við, at tey verða við til at gera superliguna meiri áhugaverda, enn Frem og Køge høvdu gjørt. Stóri spurningurin er nú, hvussu gomlu kenningarnir fara at standa seg í fremstu røð. Eftir uppflytingina søgdu býráðini og vinnulívini bæði í Esbjerg og Vejle, at teirra lutur skal ikki liggja eftir. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at kennast aftur á úrslitunum og støðutalvuni um eitt ár.