- Vit mugu bara vóna, at fólk gloyma skjótt, tí annars er Fólkaflokkurin liðugur.
Ein av gomlu veteranunum í Fólkaflokkinum, Óli Breckmann, sum hevur sitið á Løgtingi og Fólkatingi fyri flokkin í yvir 30 ár, stúrir fyri framtíðini hjá flokkinum.
Hann er sannførdur um, at kemur ikki broyting í, býður flokkinum ikki bøtur.
Hann hugsar um avgerðina hjá flokkinum um at vraka Jacob Vestergaard sum landsstýrismann í fiskivinnumálum.
- Jacob Vestergaard hevði eitt frálíkt úrslit tí han stóð stinnur sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum og førdi ein fiskivinnupolitikk, sum eisini dróg nógvar atkvøður frá Tjóðveldi og Sambandsflokkinum.
Men Óli Breckmann hugsar kanska serliga um avgerðina um at vraka Anniku Olsen sum forkvinnu og landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.
Fólkaflokkurin fekk átta tinglimir, men Óli Breckmann ivast ikki í, at hevði flokkurin stuðlað Anniku Olsen betri, hevði flokkurin kanska havt níggju tinglimir á tingi í dag.
- Hevði flokkurin ført Anniku Olsen fram í valstríðnum, bæði sum formansevni floksins og sum løgmansvalevni floksins, høvdu vit kanska fingið ein tinglim afturat.
Heitur um skallan
Óli Breckmann staðfesti, at hann hitnaði um skallan, tá ið úrslitið av fólkatingsvalinum í Suðurstreymoy varð greitt.
Flokkurin hevði so stóra afturgongd, at hann minnist ikki størri vanlukku.
Hann sigur, at tað átti at eggja til broytingar og sjálvur hevði hann skotið upp at ført Anniku Olsen fram, men tað hevði ongin tikið upp á tunguna.
Samstundis ásannaði hann, at tað var Annika Olsen, sum átti munin í Suðurstreymoy, tí verða hennara atkvøður taldar frá, hevur Fólkaflokkurin ikki nógv eftir í Suðurstreymoy.
Annika Olsen varð ein av fremstu valevnunum hjá Fólkaflokkinum og hon vann ein knúsandi valsigur og hann vónaði, at veljarin fóru at merkja, at flokkurin meinti nakað við tað.
Men nú valið er av, verður veljarin ikki tikin í álvara.
- Skal flokkurin bjargast í Suðurstreymoy, mugu vit vísa, at vit meina tað vit siga, annars fjarðar flokkurin burtur í Suðurstreymoy staðfesti gamli stavnamaður Fólkafloksins.
- Annars eri eg vísur í, at tað verður ikki væl vorðið á næsta vali.
- Fingu vit eina veljarakanning í morgin, hevði ikki verið lukkuligt, legði hann afturat.
Gløggasti telvarin
Tá ið Óli Breckmann annars hevði fegnast um tað góða valúrslitið hjá Fólkaflokkinum, hevði hann eisini nógv rósandi orð at bera Jørgen Niclasen
- Hann man vera besti og gløggasti politiski telvarin í tinginum yvirhøvur. Hann hevur áræði, hann dugur at improvisera, hann er óendaliga treystur og bjartskygdur.
- Men nú er hann afturvaldur til liðskipari á ein ógvuliga ivingarsaman hátt, tí tað hevur verið eitt eljustríð innanfloks líka síðani Løgtingsvalið og ivi hevur verið um, hvussu lógin skal tulkast.
- Hetta er veruleikin, hóast flokkurin fyri einum ári síðani samtykti at gera flokkin og formansvalið meiri demokratiskt. Tað skal ikki bara vera ein klika, ella ein lítil elita, sum situr handan stongdar dyr og sjussar seg fram til, hvussu álitisstørvini í flokkinum skulu býtast.
- Tað skapar ikki ein góðan samanhang í einum flokki, sigur Óli Breckmann
Málskjúttarnir aftur í verjuna
Fólkaflokkurin hevur nú tilsamans 11 umboð í løgtingi og landsstýri.
Tað samanbar hann við eitt fótbóltslið.
- Men ein og hvør liðskipari setir hvønn einstaka leikara, har á vøllin, hann er bestur.
- Málskjúttarnir hjá Fólkaflokkinum eru Annika Olsen og Jacob Vestergaard, men tey verða ikki sett í fremstu røð. Men ongin liðskipari hevði sett Messi, Ronaldo og Van Persie aftur í verjuna at spælt, filosoferaði gamli tingmaðurin.
Hann sigur, at vit vita, at tað góða valúrslitið hjá Anniku Olsen og Jacob Vestergaard er eini greið boð frá veljarunum um, at hann vil hava hesi bæði at mynda flokkin.
Tí mælir hann beinleiðis til, at Fólkaflokkurin ger nakrar útskiftingar, bæði í formanssessinum og í landsstýrinum.
Og hann heldur, at tað skal gerast sum skjótast og helst áðrenn valskeiðið er hálvrunnið.
- Tað er synd av hava so góðar málskorar, sum Anniku Olsen og Jacob Vestergaard afturi í verjuni, tí teir áttu at spælt har frammi á vøllinum, legði hann afturat.
Hegni og hepni
Óli Breckmann sigur, at skal Fólkaflokkurin koma livandi burtur úr hesum, fer tað at krevja eitt øgiligt arbeiði og eitt øgiligt hegni.
- Men tað fer eisini at krevja eitt øgiligt hepni sum at vit finna olju, ella okkurt sovorðið.
Fólkaflokkurin hevur aldrin verið í slíkum ódnarveðri, sum hann er í nú.
- Vit skulu finna 500 milliónir í stríði við alla fakfelagsrørsluna og og stríð við alla øvund í landinum.
Óli Breckmann vísti á, at øll fakfeløgini eru farin í hernað og hann minnist ongantíð, at tey eru farin so harðliga og miðvíst til verka, sum tey eru nú.
- Er tað nakar, ið billar sær inn, at tit kunnu taka fakfelagsrørsluna við hornunum við Miðflokkinum sum áliti, mugu tit trúgva um aftur, tí tað klára vit ikki.
Og hann heldur eisini, at Sambandsflokkurin hevur gjørt tað til eina dygd at snúgva sær undan, tí tað er tað, hann livir av.