Óli Breckmann fer lætt um sannleikan

Jákup Lindenskov
?

Tá Óli Breckmann uppaftur til fólkatingsvalið hesaferð ikki er sannur í málinum um krígspensjónina, havi eg hesar viðmerkingar:
Óli Breckmann slepti hesum máli púrasta, tá hann hevði fingið bræv frá Esther Winter Andersen, táverandi sosialministara (V). Tað var aftan á, at vit høvdu havt fund við sosialministaran 10. apríl í 1991. Tað frættist einki aftur frá hesum fundi. Men so sigur hon frá í brævi til Ó. B., dagfest 23. juli 1991 m. a. : »De færøske fiskere kan ikke generelt henføres under loven. Det ville være i strid med loven. Hvis det skal ændres, er det nødvendigt med lovændring.
Jeg synes ikke, at der er fremkommet noget nyt, der giver grundlag for en sådan ændring, og jeg ville også finde det meget uheldigt med en lovændring, der på dette sene tidspunkt henførte en ny persongruppe under loven. Det håber jeg, du har forståelse for.«
Eg frætti einki um boðini, Óli hevði fingið, men tá eg so fekk frænir av, at einki meira fór at verða gjørt við málið, hvørki av stjórnini ella Óla Breckmann, setti eg meg beinleiðis í samband við samstarvsmenn mínar í Javnaðarflokkinum á tingi - og tá kom ferð á málið.
Fekk undirtøku frá Javnaðarflokkinum - málið um krígspensjónina fyri føroyskar fiskimenn varð sett á listan hjá Socialdemokratunum sum treyt fyri at ganga inn fyri fíggjarlóg Fólkatingsins 1992.
Í skjalinum um »Aftale om finansloven for 1992 mellem Socialdemokratiet, Det Konservative Folkeparti, Venstre, Centrum Demokraterne, Det Radikale Venstre og Kristeligt Folkeparti, er der indgået aftale om finansloven for 1992« stendur m. a. í 9. punkti:
»Tilskudsordningen vedrørende erstatning til besættelsestidens ofre udstrækkes til også at gælde færøske søfolk.«
Eftir hetta varð ríkisstjórnin noydd at seta fram lógaruppskot í Fólkatinginum um málið.
Eingin krígspensjón hevði verið fyri føroyskar fiskimenn, um málið ikki varð hálað ígjøgnum av Javnaðarflokkinum á Fólkatingi. Tá føroyski javnaðarmaðurin á Fólkatingi tók málið uppaftur, aftan á at borgarliga stjórnin hevði lagt málið til viks. At málið varð samtykt av samdum Fólkatingi var av tí, at flokkarnir høvdu gjørt semju um málið.
Eg skilji ikki framferð Óla Breckmans - at fara so lætt umsannleikan.