Munnu nógvir Fólkafloksveljarar ikki sita eftir í døpurhuga, nú vælferð føroyinga av politikki samgongunnar og Óla Breckmanns er blaka í ruskposan og loysingin saman við øktum skattum og uppsagnum er sett í hásæti.
Hópuppsagnir:
Kaldi gjósturin av loysingarpolitikkinum blæsir nú inn í hvørt heim í Føroyum. 8 uppsagnir sendar út ígjár til fólk á einum stovni. Skattur á plastikposar og børn. Mong fólk munnu neyvan tora í postkassan í hesum døgum, nú køldu fylgjurnar av byrjanini av loysingarpolitikkinum eru við at merkjast. Tí fráboða er, at lønarhækkingin á almenna arbeiðsmarknaðinum skal fíggjast við uppsagnum av fólkum, ið arbeiða á somu stovnum. Men øll mugu anda djúpt ? tí hetta er bert byrjanin. Tað verður nógv nógv verri enn um samgongan sleppur at halda fram. Men hví søgdu teir onki um hetta áðrenn valið 2002? Er tað ikki at lumpa og lúgva fyri føroyinginum?
Óli Breckmann kann, eftir hvat sosialurin skrivar, ikki arbeiða saman við hvørki Sambandsflokkinum ella Javnaðarflokkinum ? tí teirra tilverugrundarlag, eftir hansara tykki, er ríkisveitingin.
Vælferð:
Her fer Óli Breckmann so dyggiliga skeivt. Tilverugrundarlag Sambandsfloksins ígjøgnum meira enn hundrað ár er og verður vælferð føroyinga. Fyri at røkka hesum máli reka vit ein demokratiskan borgarligan liberalan, men sosialt rættvísan politikk, ið skal húsast væl við landsins virðum. Vit hava í hesi hundrað árini arbeitt saman við mongum flokkum á Føroya Løgtingi, ið hava sama mál. Vit tora væl at fara til eina fólkaatkvøðu um loysing, tí tað er tað einasta rætta at gera, um ein hevur fólkaræði í huga. Men tað tordi/torir Óli Breckmann ikki.
Føroyingar stuðla okkum so væl, at vit eru nógv tann størsti flokkurin. Og tað er eisini væl skiljandi.
Fyri at røkka okkara høga máli, vilja vit samstarva bæði við politiskar flokkar á Føroya Løgtingi, eins og við Danmark og onnur lond.
Skaðin nýtir okkum í hjarta:
Tí nýtir tað okkum í hjarta, at m.a. Óli Breckmann púra høpisleyst søplar part av ríkisveitingini, ið vit hava rætt til, burtur. Fyri síðan at ofra vælferðina og senda uppsagnir út í føroysk heim. Hetta er púra óneyðugt og er beinleiðis skaðiligt fyri føroyingar. Tað vísir, at Óli og hansara líkar hava ofta vælferðina fyri loysing.
At Sambandsflokkurin, ið hevur vælferð føroyinga sum tilverugrundarlag ikki kann nýtast at samstarva við Fólkaflokkin, sambart Óla Breckmann, man fáa nógvar føroyingar at stúra. Tí hendingarnar í hesum døgum vísa greitt, at vælferðin og sosiala trygdin verður ofra fyri loysing. Teir hava gjørt Føroyar til eitt verri land at búgva í hjá fleiri bólkum her á landi.
Óli Breckmann skal vita eitt: Sambandsflokkurin er altíð klárur til samstarv við politiskar flokkar í Føroyum. Men okkara krav er og verður, at vælferð føroyinga verður sett í hásæti.
Fyri at røkka hesum stevnumiði má Óli Breckmann taka vælferðina úr aftur ruskposanum og seta hana í hásæti, eins og Sambandsflokkurin altí hevur gjørt. Og helst blaka loysingina í ruskposan ? møguliga eftir at fólki hevur tala um hesi viðurskiftir á eini fólkaatkvøðu.
Loysing samgongunnar ger tað so kalt í føroyskum heimum, serliga tá kyniskar uppsagnir streyma inn ? og hótta tilveruna hjá einstøku barnafamiljuni.
Sambandsflokkurin ? ið setir vælferð føroyinga í hásæti, er alternativið til kyniska fiaskopolitikk Óla Breckmans.