Vitjan
?Hetta er ein fínur dagur fyri øll sjálvstýrisfólk. Allar forðingar eru nú burtur, og vit hava nú fingið greitt at vita, at vit sjálvi kunnu avgera, hvussu verður við føroyskum sjálvstýri, sigur Óli Breckmann.
Millum fundarluttakararnar á fundinum millum Løgtingið og Anders Fogh Rasmussen var sjálvsagt eisini Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum. Fyrrverandi fólkatingsmaðurin hevði frammanundan vitjanini hjá Anders Fogh borið upp á mál, at hann metti Anders Fogh vera nógv meira ektaðan enn Poul Nyrup Rasmussen. Eftir fundin spurdu vit eisini Óla, um Fogh nú hevði verið meira ektaður enn undangongumaður hansara í forsætisráðharrasætinum.
?Hann er minni innviklaður enn Poul Nyrup og nógv meira beinleiðis í talumátanum, sigur Óli Breckmann.
Stóri atkvøðuslúkarin hjá Fólkaflokkinum tóktist eisini rættiliga væl nøgdur við bæði fund og vitjanina sum heild hjá Anders Fogh Rasmussen. Hann kallaði tað - eins og Anders Fogh sjálvur ? fyri eina nýggja byrjan.
?Hetta er meira í tráð við politiska veruleikan, og føroyingar hava nú møguleikan. Føroyskt sjálvstýri er ein prosess, ið vit sjálvir hava sett ígongd, og nú hava fingið staðfest, at sjálvt ein donsk Venstre-stjórn ikki vil forða føroyingum at taka sjálvstýri. Hetta er ein ringur dagur fyri Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin, sigur Óli Breckmann.
Eisini tann so nógv umtalaði tónin helt Óli Breckmann vera vorðnan betri. Óli helt fyri, at Anders Fogh var munandi mildari í orðavalinum, og hann nýtti eisini vendingar, sum oftani verða nýttar fyri at slætta sjógv í politikki.
Spurdur, um hann helt, at Venstre og Fólkaflokkurin nú riggað betri saman enn Venstre og Sambandsflokkurin, segði Óli, at hetta var sjálvsagt og hava Fólkaflokkurin og Venstre altíð hóskað betri saman enn Sambandsflokkurin og gamli bóndaflokkurin, Venstre.