Óli á blettinum

Óli Johannesen skoraði, men Hvidovre tapti, tá teir sunnudagin vitjaðu Johan Byrial Hansen og Fredericia

Danmark

Talan var um føroyingauppgerð í næst bestu donsku deildini, tá Johan Byrial Hansen og Fredericia tóku ímóti Óla Johannesen og Hvidovre sunnudagin.
Bæði liðini høvdu stig fyri neyðini í royndunum at vinna seg undan niðurflytingarvandanum, og tað eydnaðist hjá Johan og teimum at fáa hesi til høldar.
Endaliga úrslitið gjørdist 2-1 til Fredericia eftir at teir í hálvleikinum høvdu verið á odda 1-0. Stutt eftir hálvleik varð leiðslan økt upp í tvey mál, men alt fyri eitt svaraði Óli Johannesen aftur, soleiðis at spenningurin varð varðveittur allan dystin á tamb. Meira enn tað sama gjørdist tað tó ikki til, og við teimum trimum stigunum vann Fredericia seg upp um niðurflytingarstrikuna. Hvidovre er tó framvegis fimm stig oman fyri strikuna, men við trimum dystum eftir at spæla kunnu teir enn ikki kenna seg heilt tryggar.
Triðja liðið við føroyskum íkasti, Randers Freja, helt sanna málveitslu, tá Herfølge kom á vitjan. Endaliga úrslitið gjørdist 4-4, og framdi Herfølge leikarin, Rajko Lekic tað bragd at skjóta øll fýra málini hjá gestunum. Atli Gregersen var ikki á liðnum hjá Randers Freja.