Óli Biskopstø 60 ár

Í dag verður Óli Biskopstø í Klaksvík 60 ár.

Hann er føddur og uppvaksin í Klaksvík, sonur Jancy og Jákup Biskopstø.
Hann er giftur Katrin Purkhús úr Kunoy og eiga tey børnini, Jancy, Jákup og Niels Holm. Abbabørnini eru 3 í tali, Katrin, Victoria og Jóhannes. Í 2001 doyði lítli abbasonurin, sum var uppkallaður eftir Óla.
Óli er sera lítiðlátin maður og ger ikki nógv hóvastak burturúr sær sjálvum, og í ungum árum setti hann sítt álit á Harran. Hjá honum liggur familjan fremst í huga, hann er serstakliga góður við síni og hevur gott samband við tey øll.
Í nøkur ár starvaðist hann sum maskinmaður hjá Phil og Søn, og var hann við í arbeiðnum at gera tunnlarnar til Árnafjarðar og Hvannasunds. Seinni var hann í Íslandi, har teir bygdu eina stóra orkustøð.
Í 1971 tók hann prógv sum maskinmeistari, og hevur síðani tá havt sítt starv sum maskinmeistari umborð á skipi. Hann hevur siglt bæði við línubátum, flakatrolarum og er nú í maskinuni á flaggskipi okkara, Norrønu. Hann er sera dugnaligur og nærlagdur í sínum arbeiði.
Óli er musikalskur og dugir at spæla uppá flestu ljóðføri. Hugnaløturnar og merkisdagarnir í familjuni, sum hann hevur sett sín dám á við tónleiki, eru ikki so fáar. Í 1964, tá songkórið í Betesda vitjaði í Danmark, spældi hann á orgul á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Í ungu árunum setti hann sín serliga dám á tónleikalívið í Betesda við sínum frálíka songi og guitarspæli.
Eins og pápin, er hann sera áhugaður í øllum, sum hevur við maskinarí at gera. Ein maður segði einaferð, at tað var altíð so áhugavert at hoyra feðgarnar báðar tosa millum sín á VHF-inum, tí tá fekk hann altíð okkurt nýtt at vita um maskinur.
Óla verður ynskt hjartaliga tillukku á føðingardegnum og Harrans signing framyvir.