Óli: Atli er eitt gott liðskiparaval

Fyrrverandi landsliðsliðskiparin, Óli Johannesen, heldur, at Atli Gregersen hóskar seg væl til liðskiparaleiklutin á landsliðnum

Undankappingin til HM 2018 í Russlandi fer av bakkastokki í kvøld, tá ið Føroyar á heimavøllinum á Tórsvølli tekur ímóti Ungarn. Talan er um eitt sterkt mótstøðulið, ið spældi seg til áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum í summar.

 

Serligt við landsdystinum í kvøld er, at Atli Gregersen er valdur til liðskipara, hóast fyrrverandi liðskiparin, Fróði Benjaminsen, er komin aftur á landsliðið. Vit hava prátað við Óla Johannesen, sum frá 1992-2007 spældi 83 landsdystir og var liðskipari í nógvum av hesum dystum.

 

Óli Johannesen minnist, at upprunaliga hevði hann ikki ætlanir um at gerast liðskipari á landsliðnum, men hann slapp ikki undan.

 

- Vit vóru nakrir, ið blivu royndir sum liðskiparar á einari venjingarlegu. Síðani var ein landsdystur ímóti Íslandi, har eg bar meg undan at vera liðskipari. Men meg minnist, at Allan Simonsen (táverandi landsliðsvenjari) valdi meg til liðskipara á landsliðnum til ein dyst ímóti Russlandi, har eg ikki slapp undan at fáa liðskiparabandið. Eg hevði sagt, at eg ikki vildi annað enn at spæla fótbólt á landsliðnum, tí at eg havi ongantíð verið tann, sum hevur rópt mest og gjørt nógv um meg. Soleiðis bleiv eg liðskipari á landsliðnum, sigur Óli Johannesen.

 

Hesin dysturin ímóti Russlandi varð leiktur 28. mars 2001 í Moskva í undankappingini til HM 2002 í Suðurkorea og Japan. Russland vann dystin 1-0.

 

Fyrrverandi landsliðsliðskiparin greiðir tó frá, at tá ið hann var blivin liðskipari, so var tað honum ein stórur heiður.

 

- Men tað var heilt ótrúligt at sleppa at vera liðskipari á landsliðnum. Tað var ein stórur heiður, at eg yvirhøvur varð umhugsaður at gerast landsliðsliðskipari. Tað var stórt at ganga á odda fyri landi sínum, og tað er avgjørt nakað av tí størsta, ið eg nakrantíð havi roynt, sigur Óli Johannesen.

 

Óli Johannesen lýsir seg sum ein liðskipara, ið fyrst og fremst royndi at ganga á odda við sínum avrikum á vøllinum.

 

- Eg var nokk ikki sama slag av liðskipara sum aðrir, ið dáma væl at tosa, rópa og verða hoyrdir. Eg royndi í størri mun at vísa á vøllinum, at eg kundi ganga á odda, sigur tvøramaðurin, sum í dag er 44 ára gamal.

 

Atli Gregersen er valdur til landsliðsliðskipara, og tað heldur Óli Johannesen vera eitt gott val. 

 

-  Sjálvandi er Atli ein, ið riggar væl sum liðskipari. Hann gongur á odda bæði á og uttanfyri vøllin, og tað er ongin ivi um, at hann er ein góður leiðari, sigur Óli Johannesen.

 

At enda sigur landsliðslegendan av Tvøroyri, at hann hevur sera góðar vónir til landsdystin í kvøld.

 

- Landsliðið hevur staðið seg væl í langa tíð, og eg vænti, at tað avgjørt ber til at fáa eitt gott úrslit í kvøld. Kanska ein javnleik ella enntá ein sigur, tí at spælararnir trúgva somikið nógv upp á seg sjálvar, júst sum teir skulu, at tað ber til at fáa eitt gott úrslit í kvøld. Eg tippi 2-1 til Føroyar, sigur Óli Johannesen at enda.

 

Óli Johannesen gavst á besta liðnum hjá TB fyri nøkrum árum síðani, men hann spælir framvegis á næstbesta liði felagsins í 2. deild, har hann sum áleypari er ein sannur málslúkur. Eftir 14 umfør í 2. deild er Óli Johannesen toppskjútti í deildini við 14 málum. Óli Johannesen hevur spælt 11 dystir í hesum kappingarárinum.