Óli aftur í miðdeplinum

Hvidovre vann, og mótstøðuliðið var síðsta tíman undirmannað, tí ein hevði fingið reyða kortið fyri at gera seg inn á føroyska landsliðsmannin

1. DEILD DANMARK

Síðani Peter Schmeichel boðaði frá, at hann fór at taka seg aftur úr Hvidovre, hevur tað hilnast betri hjá Óla Johannesen og teimum, enn tað gjørdi frammanundan. Spurningurin er so, um gongdin fer at verða tann sama hjá Aston Villa, nú Schmeichel er rýmdur til Manchester City og Kevin Keegan!
Hesa ferð hevði Hvidovre vitjan av Skive, og heimaliðið vann 3?0. Teir fingu øll málini í 1. hálvleiki, og teir kundu havt vunnið uppaftur meiri, um teir høvdu fingið úrtøku burturúr møguleikunum, sum teir høvdu í 2. hálvleiki.
At Hvidovre hevði lætt spæl komst m. a. av, at mótstøðuliðið var undirmannað síðsta tíman. Ein hálvur tími var farin, tá ein av Skive monnunum, Peter Bechmann, fekk reyða kortið. Hann varð vístur av vøllinum, tí hann hevði gjørt seg inn á Óla Johannesen.
Í síðstu viku ljóðaði í donsku pressuni, at venjarin hjá Hvidovre, Jan Sørensen, er á veg úr felagnum. Hann verður nevndur sum møguligur venjari í AGF eftir summarfrítíðina, og hann váttar, at tað hevur verið samband millum partarnar. Venjarin er sera væl nøgdur við Óla Johannesen. Spurningurin er so, um hann vil hava føroyska verjuspælaran við sær til Århus. Tað hevði nú verið ein eitt sindur undarlig støða. Óli fekk ikki nógvar møguleikar at vísa, hvør dugur var í honum sum miðverji, tá hann flutti av Tvøroyri og til Århus, har hann í AGF royndi, hvussu langt fótbóltsevnini kundu bera!

Stórsigur til Randers
Køge er framvegis oddalið í næstbestu donsku deildini. Hesa ferð vóru teir aftanfyri 1?0 á útivølli í Odense ímóti B1909, men teir vendu gongdini og vunnu 3?1.
Farum er framvegis omanfyri uppflytingarstrikuna. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Fredericia, sum Johan B. Hansen spælir við. Úrslitið var 2?1 til heimaliðið.
HFK Sønderjylland flutti niður í fjør, og teir vilja fegnir uppaftur beinanvegin. Teir eru við í stríðnum um tey fremstu plássini, men leygardagin fingu teir ein orduligan undir vangan. Teir vóru í Randers, og heimaliðið vann við ikki minni enn 8?0! HFK misti ein mann, tá eitt korter var farið, og í 56. minutti mistu teir ein afturat.