Óli aftur í Hvidovre

Føroyski landsliðsleikari skal tetta verjuna, so Hvidovre kann sleppa sær úr niðurflytingarvandanum

Yrkisfótbóltur

Síðani føroyska landskappingin endaði, hevur Óli Johannesen havt í umbúna at leita sær nýtt felag, har tilveran sum yrkisleikari kann halda fram. Hetta eftir at hann í fjør summar gjørdi av at fara úr Hvidovre, har stórur partur av hópinum gavst, tá milliónirnar hjá Peter Schmeichel ikki bóru neyðuga úrslitið við sær, soleiðis at danski málverjin at enda slepti sínari luttøku í felagnum.
Men eins og so nógvir aðrir fótbóltsleikarar í løtuni gera tað, so mátti Óli ásanna, at tað ikki er serliga lætt at finna sær nýtt felag í løtuni. Eftir eina skotska royndarvenjing, sum kortini varð av ongum, og eina kinverska ditto, sum tó ikki gav nakað úrslit, var annars farið at síggja svart út hjá Óla, men nú hevur hann so kortini funnið sær eitt stað at spæla fótbólt.
Tá Schmeichel gavst í felagnum merkti hetta samstundis, at felagið als ikki hevði sama fíggjarliga rásarúm, sum teir áður hava havt, men nú felagið er í vanda fyri at missa sessin í deildini, hava góðar kreftir kring felagið tikið seg saman.
Ein bólkur av sponsorum og privatpersónum hava nevnliga stuðlað felagnum fíggjarliga, soleiðis at møguleiki er at styrkja nakað um hópin, og nú eru so teir báðir fyrstu leikararnir komnir til felagið. Umframt Óla Johannesen er talan um 24 ára gamla Bo Nielsen, sum áður hevur leikt í Skive og Birkerød.