Lgreglumenn leita eftir øðrum arbeiði

Fleiri hundrað svenskir løgreglumenn vóru í gjár hjá arbeiðsávísingini og bóðu um upplýsingar um, hvørji størv eru leys at søkja. Orsøkin er, at løgreglumenninir eru misnøgdir við lønina, sum teir fáa. Ein teirra, Johan Svanestrand, sigur við tíðindastovuna TT, at hann er farin at leita eftir einum øðrum arbeiði, og hann sigur seg vita um fleiri aðrar, sum gera tað sama.

Í Stockholm vóru umleið 250 løgreglumenn á arbeiðsávísingini og spurdu um leys størv, og tað sama gjørdu nógvir av teirra starvsfeløgum í Göteborg og Malmö.

Sambært TT er byrjanarlønin hjá einum løgreglumanni í Stockholm 21.300 svenskar krónur um mánaðin.