Í eini lítlari kanning, sum LGBT Føroyar hevur millum sínar limir, hava tey funnið ábendingar um, at helmingin av limunum hava havt longri tíðarskeið við tunglyndi.
Altjóða granskingarúrslit hava víst ábendingar um tað sama, og tískil fór LGBT Føroyar undir hesa kanningina.
158 limir í LGBT tóku lut í heilsukanningini, sum vísti at 49 prosent av føroyskum LGBTarum hava kent seg tunglyntar í eitt longri tíðarskeið, 11 prosent siga seg ivast og 40 prosent siga seg ikki hava verið tunglynt í longri tíðarskeið av sínum lívi.
Í tíðindaskrivi, tekur LGBT fram heilsukanningina hjá Fólkaheilsuráðnum frá 2015 til samanberingar. Hon staðfesti, at fýra prosent av føroyingum vóru sera darvaðir av tunglyndi seinastu 14 dagarnar, meðan 21 prosent kendu seg eitt sindur darvað.
- Tørvurin á bráfengis sálarligari viðgerð er stórur. Leita verður nú eftir fígging, so farast kann í gongd við at gera nakað munagott við hesar trupulleikar, boðar LGBT frá.
Somuleiðis vísir kanningin hjá LGBT Føroyar, at teirra limir eru í størri vanda fyri at hava etingarólag, umframt at hava gjørt skaða á seg sjálvi – áleið ein triðingur av limunum dragast við hesar trupulleikarnar.
- Úrslitini vísa, at stigmatisering, fordómar og mismunur av hesum málbólki skapa eitt fíggindaligt og strongt sosialt umhvørvi, sum síðani hevur við sær, at hesin minniluti í alt ov stóran mun fær álvarsamar sálarligar trupulleikar at dragast við, boðar LGBT frá.