Fríggjadagin 14. oktober klokkan 19 verður ein fyrilestur við Line Rørbæk Jacobsen.
Line er sosialráðgevi og mamma Astu, sum er tvørkynd, og tey vóru sum familja við í heimildarøðini hjá DR, Et helt menneske. Eisini er Line nevndarlimur í danska felagskapinum Foreningen for Støtte til Transkønnede Børn (FTSB).
– Fyrilesturin tekur støði í persónligum upplivingum hjá familjuni, men er eisini um tað at vera tvørkynd/ur og heilsuverkið í hesum sambandi. Line fer eisini at fortelja um arbeiði hjá FTSB og ráðgevingina hjá teimum, siga tey úr LGBT+ Føroyum.
– Høvi verður at seta spurningar. Fyrilesturin er fyri øll – bæði tvørkynd og teirra familjur og tey, sum vilja læra eitt sindur um tað at vera tvørkynd/ur. Eisini hóskar fyrilesturin seg væl til starvsfólk á stovnum og skúlum, sum arbeiða við børnum og ungum.
Tiltakið er ókeypis og verður í Auluni í Finsen.