LGBT fegnast um uppskot

20. november 2013 gjørdist ein søguligur dagur, sigur felagsskapurin hjá samkyndum í Føroyum.

LGBT Føroyar, sum er ein áhugafelagsskapur, ið stríðist fyri rættindunum hjá samkyndum, hevur neyvt fylgt arbeiðnum hjá teimum trimum løgtingslimunum, sum mikudagin løgdu fyri løgtingið uppskotini, ið kunnu tryggja samkyndum rættin at giftast borgarliga.
Tað var tí ein stór løta fyri felagsskapin, tá uppskotini vóru løgd fyri løgtingið, stutt fyri klokkan fimm seinnapartin mikudagin. Stutt eftir sendi LGBT út tíðindaskriv við hesi tøkk:
- LGBT Føroyar vil fegin nýta høvið at takka hesum trimum tingfólkum fyri at vísa dirvi og ganga á odda við at leggja hesi uppskotini fyri Løgtingið í dag. Allir okkara limir, teirra avvarandi og okkara mongu stuðlar annars, hava eisini øll verið við til at fáa hetta málið inn um gáttina á tinginum í dag. Tað fegnast vit almikið um og eru sera takksom fyri. Ein serliga tøkk fer eisini til løgfrøðingarnar, ið hava givið eina sera virðismikla hjálpandi hond. Uttan tykkum var einki mál lagt fram í dag.
LGBT Føroyar sigur seg vóna og vænta, at løgmaður og allir floksleiðarnir annars fara lata tinglimirnir atkvøða eftir egnari sannføring.
- Vit vóna, at politiska landslagið fer at endurspegla fólksins vilja, og fer at atkvøða fyri uppskotunum, sigur felagsskapurin LGBT Føroyar.