LGBT Føroyar, rørslan fyri samkynd, tvíkynd og transkynd, er tilnevnt sum ársins felagsskapur í danska kongaríkinum. Talan er um eina sokallaða Axgil virðisløn, sum rørslan hevur fingið møguleika at vinna.
Tað er danska vinnuhúsið Copenhagen Gay & Lesbian Chamber of Commerce, sum á hvørjum ári tilnevnir ymisk feløg, persónar og fyritøkur, ið tey meta hava gjørt eitt munagott arbeiði til frama fyri LGBT fólkum í danska kongaríkinum.
Tað verða árliga latnar sjey ymiskar Axgil virðislønir innan vinnulív, mentan, ítrótt, miðlar, býarlív, persónar og felagsskapir. LGBT Føroyar er tilnevnt sum Årets organistion saman við SLM København og Aarhus Pride.
Grundgevingin fyri tilnevndingina er hendan: LGBT Føroyar blev grundlagt i 2011, og det ændrede rigtig meget på Færøerne. Aktivisterne i LGBT Føroyar har afholdt landsdækkende kampagner og arrangeret en lang række arrangementer, heriblandt pride-paraden i Torshavn. LGBT Føroyar er også politisk aktiv og kæmper for ligestilling på Færøerne.
Vinnarin verður kunngjørdur á stórum tiltaki á Bremen Teater í Keypmannahavn 14. februar 2013. Í januar mánaði kunnu lesarnir hjá danska LGBT blaðnum Out & About velja vinnaran. Til ber eisini hjá føroyingum at atkvøða her: www.outandabout.dk fyrst í komandi ári.
Axgil 2013 viðrislønarhandanin verður víst á donsku sjónvarpsrásini dk4.