Leyvur drupu kvinnu

Ein 50 ára gomul japonsk kvinna doyði í síðstu viku, eftir nakrar leyvur lupu á hana í einum djóraøki í Zimbabwe.

Kvinnan var iinni í djóraøkinum saman við nøkrum starvsfólkum hjá japonsku sendistovuni í Zimbabwe, og tá tey vóru á veg útaftur, lupu nakrar leyvur brádliga á kvinnuna. Hini royndu at steina leyvurnar fyri at ræða tær burtur, og tað eydnaðist teimum at fáa fatur á kvinnuni. Hon varð alt fyri eitt flutt á sjúkrahús, men doyði dagin eftir.

Zimbabwisku myndugleikarnir siga, at japanska fylgi var til gongu inni í djóraøkinum. Myndugleikarnir høvdu annars givið boð um, at øll vitjandi skuldu verða sitandi í bilum sínum, og tí verður nú kannað, hví teir japonsku gestirnir brutu trygdarreglurnar, skrivar AP úr Harare.