Tær seinastu vikurnar hevur løgreglan í Gazageiranum leitað eftir einari kvennleyvu, sum fýra vápnaðir menn rændu úr einum djóragarði. Menninir tveittu eitt teppi oman yvir leyvuna og fóru avstað við henni og tveimum papageykum, sum duga at tosa arabiskt, sigur BBC.
Palestinsku myndugleikarnir hava einki sagt alment um burturflytingina, men nú hevur maðurin, sum eigur djóragarðin, almannakunngjørt, at hann er sinnaður at rinda finningarløn fyri tey trý djórini. Myndugleikarnir siga, at teir hava alla tíðina leitað eftir leyvuni og burturflytarunum, og sambært BBC eru teir vísir í, at leyvan og menninir eru í Gazageiranum enn.
Kvennleyvan, sum eitur Sabrina, búði í djóragarðinum saman við kallleyvuni Fakhra, og sambært eigaranum hevur hann verið púra frá sær sjálvum av sorg, síðani unnastan varð burturflutt.
Djóragarðurin í Gaza er nýggjur. Hann lat upp í oktober, eftir at ísraelsk flogfør bumbaðu tann gamla fyri einum ári síðani.










