Leysur ímóti trygd

Andstøðuleiðarin í Malaysia, Anwar Ibrahim, er sloppin úr varðhaldinum ímóti veðhaldi. Hasnn bleiv tikin fyrradagin og lagdur undir at hava havt kynsligt samband við ein annan mann. Sjálvur vísir hann skuldsetingini aftur. Hann vil vera við, at hansara politisku mótstøðumenn royna at spilla seg út fyri at forða fyri, at hann skal fáa politiska ávirkan aftur. Eygleiðarar í Malaysia siga, at avgerðin hjá myndugleikunum at handtaka Anwar Ibrahim fer uttan iva at elva til politiskan spenning í landinum.

Hetta er aðru ferð, at Anwar Ibrahim verður skuldsettur fyri at hava havt kynsligt samband við annan mann. Malaysisk lóg bannar tveimum av sama kyni av hava kynsligt samband.