Í leysum lofti

Í góðan tíma sveimaði tyrlan runt yvir sjónum undir Landssjúkrahúsinum. Tó var ikki talan um, at nakað var áfatt, men um eina bjargingarvenjing

Bjargingarvenjing

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Fyrrapartin í morgun fangaði Sosialurin hesar myndirnar, tiknar undir Landssjúkrahúsinum, við tyrlupallin har. Talan var um eina bjargingarvenjing fyri kavarar. Teir fóru úr bátahylinum á Argjum í báti, vórðu tveittir á sjógv, og sluppu so at flóta har eina løtu. Síðan vóru teir lyftir upp umborð á tyrluna hjá Atlantsflog, ein fyri ein.

Síðsti parturin í bjargingarroyndini hesaferð var at teir vóru loraðir niður aftur úr tyrluni og settir á tyrlupallin við Landssjúkrahúsið.

Tað vóru menn frá Tórshavnar Sløkkiliði, ið hildu venjingina, sum er ein liður í einum longri skeiði fyri kavarar upp á fýra vikur, har teir hava hildið hópin av bjargingarvenjingum.