Tað var fyrr í ár, at undirhús læt upp á skúlaloftinum í Haldarsvík.
Endamálið við undirhúsinum er at hava eitt stað, har fólk kunnu koma saman at drekka ein kaffimunn, tosa um leyst og fast og ikki minst at tosa um gamlar dagar, staðarnøvn og søguna í síni heild.
Seinastu tíðina hevur undirhúsið í Haldarsvík verið í summarfrí, men nú verður farið í gongd aftur. Í kvøld - mikukvøldið 24. september - letur undirhúsið so upp aftur.
Sagt verður úr Sunda kommunu, at undirhúsið fer at vera opið hvønn mikudag í vetur - frá klokkan 18 til 19 og leygardag frá klokkan 10 til 12.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Sunda kommuna.