Leyslating útsett

Fyri trimum mánaðum síðani samdust ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, og palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, um, at Ísrael skuldi lata 400 palestinskar fangar sleppa úr ísraelskum fongslum. Nú hevur Sharon boðað frá, at leyslatingin er útsett.

Talsmaðurin hjá Sharon sigur við tíðindastovuna AFP, at avgerðin er tikin, tí Ísrael heldur ikki, at Abbas hevur hildið lyftini um at steðga palestinska áganginum ímóti Ísrael og ísraelsmonnum. Tí verða fangarnir verandi í fongslunum, til Abbas ger tað, sum hann hevur lovað, sigur talsmaðurin.

Palestinski ráðharrin Suffan Abu Zaydeh sigur við AFP, at avgerðin hjá Sharon er óheppin, tí hon er ein hóttan ímóti vápnahvíldaravtaluni, sum teir víðgongdu bólkarnir hava gjørt við myndugleikarnar. Sostatt er vandi fyri, at bókarnir fara at taka atsóknirnar uppaftur orsakað av avgerðini hjá Sharon.