Leyslatin aftur

Tann 33 ára gamli maðurin, sum mánadagin varð dømdur 15 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri sølu av hassji, er nú leyslatin, til hann skal sita dómin

Dómarin í Føroya Rætti gjørdi av, at maðurin skuldi leyslatast, inntil hann skal inn at sita dómin, men hesa avgerð kærdi ákæruvaldið til Landsrættin, sum tó tekur undir við Føroya Rætti í, at maðurin sleppur úr varðhaldinum nú beinanvegin.
Hann verður síðani innkallaður seinni, tá hann skal sita teir fimtan mánaðirnar handan rimar.
Ákærin helt, at vandin var stórur fyri, at maðurin fór at halda fram við somu lógarbrotum, tí hann hevði keypt og selt átta kilo av hassji í einum tvey ára tíðarskeiði. Hesum tók rætturin tó ikki undir við.
Maðurin játtaði seg sekan í málinum. Tað at hann játtaði og var samstarvshugaður undir avhoyringum av løgregluni, hevur kanska givið manninum betri sømdir.
Ein 29 ára gamal maður, sum hevur sitið í varðhaldinum síðan 16. januar, kemur í dag, hósdagin, fyri í Føroya Rætti. Hann hevur eisini játtað seg sekan í teimum flestu ákærunum.