Klaksvík:
Um midnáttarleitið leygarkvøldið kom løgreglan fram á ein posa við skrelli, sum lá rivin og skræddur mitt á vegnum. Løgreglan fylgdi sporinum til eini hús, har skrellið átti at standa.
Tá løgreglan kom til húsini varnaðust tey, at øll klæðini, sum ivaleyst hava hingið á snórinum fyrr um kvøldið, lógu rivin sundur á bønum.
? Her er ongin ivi um, at tað er talan um leysgangandi hund, sum ger ónáðir, sigur vakthavandi. Løgreglan veit, hvat tað er fyri ein hundur, og eigarin kann vænta sær eitt endurgjaldskrav frá eigaranum av klæðunum og bót frá løgregluni fyri brot á hundalógina.
Annars er ein skipan við hundafangarum aftur farin at virka í býnum eftir at ongin virkin skipan hevur verið í eina tíð. Við Norðlýsið í seinastu viku, segði borgarstjórin Steinbjørn Jacobsen, at um fólk verða órógvað av leysum hundum, kunnu tey ringja til løgregluna, sum so boðar fólki frá Ansni frá. Og Ansni tekur sær so av hundunum.