Aftur í morgun vóru boð eftir løgregluni, tí ross gingu leys í høvuðsstaðnum. Talan hevur verið um ein afturvendandi trupulleika kring landið seinastu vikurnar, har løgreglan hevur fingið fleiri slíkar fráboðanir, tá leysgangandi ross hava verið til ampa fyri fólk.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at løgreglan fekk eina fráboðan um trý leysgangandi ross, ið vóru stødd á Dalavegnum í morgun.
- Tá fóru tey tvísporandi niðan eftir Dalavegnum nærhendis Herbergið, og stutt eftir fingu vit fráboðan um, at rossini vóru uppi við Marknagilsvegin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Vakthavandi greiðir frá, at aktingarmaðurin varð sendur eftir rossunum, so at tey ikki vóru til ampa fyri morgunferðsluna.