Leysgangandi hundar

Ein kommuna fyri øll.

Trupulleikin av leysgangandi hundum í Tórshavnar Kommunu er stórur. Fólk ið hava onnur kríatúr, fólki ið ikki dáma hundar og ábyrgdarfullir hundaeigarar hava ofta havt stóran ampa av leysgangandi hundum.
Tosaði nú ein dagin við eina konu ið hevur ein høsnagarð tætt við heimstað teirra. Har hevði hundur fyri triðju fer í ár, brotið seg inn og tikið hønur í innhegnaða høsnagarðinum. Sera harmiligt tílíkt hendir, bara tí fólk ikki taka ábyrgd av teirra hundunum.
Fleiri fólk hava gjørt vart við teirra keðiligu upplivingar, av leysgangandi hundum. Fyri fólk ið ikki føla seg tryggan við hundum, kann tað lættliga vera sera ræðandi, at møta ein leysumgangandi hundi.
Eg sjálvur og aðrir hundaeigarar ið eg havi tosa við, hava ofta havt keðiligar upplivingar av leysgangandi hundum. Hetta er serliga tí vit koma gangandi við okkara hundi, og møta einum aggressivum ella ósosialiseraðum hundi. Hetta endar tíanverri ofta við, at hundarnir bresta saman. Líkamikið hundaslag og stødd á hundi, er hetta sera óheppið og nakað vit helst vilja vera fyri uttan.
Trupulleikin við hundalorti á gøtunum hevur ofta verið umrøddur. Tó ikki allir hundaeigarar taka upp eftir hundinum, tekur ein leysgangandi hundur als ikki upp eftir sær sjálvum.
Hendan trupulleikan vil eg gera nakað við. Okkara hundafangari skal blíva meira sjónligur, har hann millum annað sjálvur tekur upp leysgangandi hundar. Tað skal somuleiðis ALTÌÐ vera gjørligt, at fáa leysgangandi hundar upptiknar við, at venda sær til løgregluna. Hetta er ein ítøkiligur trupulleiki; eg vil loysa henda trupulleikan.
Tórshavn, ein framsøkin høvuðsstaður.