Løgreglan í høvuðsstaðnum mátti aftur í gjár senda fólk eftir leysgangandi hestum. Talan er um triðju ferð innan nakrar fáar dagar, at fólk ringja til løgregluna, tí leysgangandi hestar eru til ampa.
- Um seytjan tíðina í gjár fingu vit fráboðan úr Millum Gilja, um nakrar hestar, ið gingu leysir. Tað er um at gerast ein stór plága her í Tórshavnar kommunu. Um vikuskiftið mátti vit í minsta lagi senda aktingarmannin tvær ferðir eftir hestum, ið gingu leysir, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Les eisini: Fólk tordu ikki út á Argjum
Vakthavandi greiðir frá, at leysgangandi hestar serliga eru til ampa fyri børn, ið ikki tora at fara út, tá hestar ganga leysir millum húsini.