Ben Affleck hevur nú í eini handavending sagt, at tað er sannlíkt, at hann og Jennifer Lopez fara at giftast í summar...
Madonna hevur fingið samband við eina gentu, sum hevur krabbamein. Tær tosa saman dagliga í telefon, og Madonna eggjar henni til at hugsa positivt...
Antonio Banderas hevur eftir øllum at døma fingið nóg mikið av konu síni Melanie Griffith ? í øllum førum tá tað kemur til hennara skurðviðgerðir. Hann hevur sett føtur í spenni og sigur, at nú er tað slutt við plastik skurðviðgerðum. Nógv halda, at Griffith er farin at líkjast eini gamlari leðurtasku av øllum skurðviðgerðunum
Mariah Carey hevur onki ímóti at tosa við fjølmiðlarnar um sítt single ? lív. Hon sigur, at hon er vælnøgd við sítt lív, sum tað er nú. Hinvegin klívur hon ikki í tvey, tá spurt verður til henna skurðviðgerð í andlitið
Rapparin og handilsmaðurin P. Diddy hevur lagt eina ætlan: Hann vil spæla eina duett inn saman við Nicole Kidman og á tann hátt vinna hennara hjarta
Kelly Osbourne avlýsti herfyri eina ferð til Onglands, tí hon óttaðist yvirgang. men familjan Osbourne er eisini bangin fyri at flúgva, so møguliga var tað eisini ein orsøk...
Tom Cruise tók allar lurtarar í Ný Sælandi á bóli, tá hann ringdi inn til eina sending. Har var ein kapping um at fáa Cruise at ringja inn, og tað eydnaðist
Jennifer Aniston fór einsamøll inn á eitt hotell, meðan Brad Pitt, maðurin hjá henni, fór í býin at hyggja eftir konufólki
Fyrrverandi parið Heath Ledger og Naomi Watts eru nú aftur saman. Tað varð staðfest, tá tey vóru sædd kyssast so inniliga á eini matstovu í Hollywood herfyri










