Leysatíðindi:

Russell Crowe nýtti 12 milliónir krónur upp á tað flotta og stílfulla brúdleypið hjá sær og konuni Danielle Spencer herfyri. Sostatt er tað kanska onki at siga til, at tey spardu meira upp á útreiðslurnar upp á brúðarreisuna. Tey ferðaðust í bili runt í Queensland í Avstralia, har tey búðu á minni flottum motellum og ótu fast-food.

Matt LeBlanc hevur júst gingið við til ein hjúnasáttmála við unnustu sínari, Melissa McKnight. Parið hevur gjørt av at gifta seg í summar. Hon hevur tvey børn frammanundan, sum Matt hevur tikið til sín, sum hansara egnu. Men hann er púra sjúkur eftir at geva teimum eitt systkin skjótt.

Catherine Zeta-Jones og Michael Douglas hava gjørt av, at teirra nýfødda dóttur skal eita Carys Zeta Douglas

Claudia Schiffer vil so fegin verða sjónleikari, men hon kann ikki vænta sær nakra hjálp frá manni sínum, filmsleikstjórin Matthew Vaughn.
? Eg kundi ikki droymt um at tikið konu mína við í mínar egnu filmar. Tílíkt eigur ein ikki at blanda saman, segði hann vit eitt blað herfyri.

Jamie Oliver dámar væl at hugna sær saman við konuni og børnunum. Men um børnini fara at halda, at teirra nøvn eru so hugnalig ella stuttlig, tá tey verða vaksin, er ein góður spurningur. Tann eldra dóttirin eitur Honey Poppy og tann yngra eitur Daisy Boo.

Jennifer Lopez og Ben Affleck hava goldið 60 milliónir krónur hvør fyri teirra nýggja hús, sum liggur mitt í einum vøkrum skógi og hevur útsýni útyvir vatnið. Húsið liggur á Hampton Island í Georgia.

Ronan Keating gongur til sjónleikaraundirvísing, tí hann hevur ein dreym um at kunna sláa sínar røtur fastar í Hollywood sum sjónleikari longu komandi ár