Leysasøgur um mistan laks

Í gjár fóru søgur at ganga um, at laksur í túsundatali var sloppin úr eini alinót hjá Bakkafrosti á Fuglafirði, men alt bendir á, at hetta er meiri leysasøgur enn nakað annað. Í øllum førum hevur eingin, sum Portalurin hevur tosað við í morgun, váttað, at nakað stórt tal av laksi er mist.

Tíðliga í morgun vóru vit í samband við Ólav Hansen, sum hevði vakt á Havnarskrivstovuni í Fuglafirði, men hann helt ikki, at nakað var um hesar søgur. Løtu eftir, at vit høvdu tosað við hann, ringdi Ólavur aftur. Tá hevði hann verið hjá fólki, sum hava við alingina at gera og spurt seg fyri. Men har var svarið, at tey kenna einki til hesar søgur.

Portalurin hevur í morgun eisini tosað við Odd Eliasen á fóðurdeildini hjá Havsbrún, sum hevur havt við aling á Fuglafirði at gera, men heldur ikki hann kundi vátta, at laksur er mistur.

Tíðliga í morgun vendi Portalurin sær eisini til Bakkafrost, sum í dag eigur alingina á Fuglafirði. Regin Jacobsen, stjóri, var upptikin, men vit fingu orð á pápan, Hans Jacobsen, sum júst hevði verið inni á gólvinum á virkinum, men heldur ikki Hans visti nakað um hetta at siga.

Í gjárkvøldið stóðu fólk við tráðu ymsastaðni í Fuglafirði fyri at vita, um tey kundu fáa onkran laks, og tað ljóðaði eisini, at fólk høvdu sæð laks kastað sær oman á sjónum.

Portalurin hevur í morgun tosað við mann, sum var við tráðu í Fuglafirði í gjárkvøldið. Hesin váttar, at einir 5-7 mans stóðu við tráðu, men sjálvur sá hann ongan laks. Hinvegin søgdu fólk, sum vóru við sjóvarmálan hesa løtu, at onkur laksur varð fingin í gjár.