Í leysari luft

Walt Whitman segði einaferð, at hann hevði óivað uppiborið sínar fíggindar, men hann helt ikki, at hann hevði uppiborið vinir sínar.

 

Í hesum døgum man tað vera mangur, ið hugsar so. Tað er undir alt lágmark at sáa iva um fakligu evnini hjá einum manni, bert tí hann ikki er keisarans vinur longur, ella kanska ongantíð hevur verið tað. Politiskar meiningar ella meiningar annars, ið ikki hava við fakkunnleikan at gera, síggja tíverri út til at ávirka fakligu vurderingina av persónum í einum ávísum málgagni. Nú er tað kanska avmarkað, hvussu nógv hettar málgagn verður tikið í álvara, men orsøkin til, at vit gera vart við tað er, at ein ávís mura verður avdúkað. Í hesum málgagni snýr tað seg ikki um fólk eru dugnalig ella ei. Tað snðr seg um talan er um »okkara menn« ella »tykkara menn«. Er talan um »tykkara menn« tað verði seg politiskt ella øðrvísi hugsandi annars, so verður lagt eftir teimum um ikki á forsíðini, so á baksíðuni, har eiturspennurin mangan er frammi. Farið verður ikki eftir tí hesi fólk siga, men heldur eftir sjálvum persóninum ? tey verða løgd undir at vera ódugnalig, innefektiv o.s.fr. Farið verður við øðrum orðum eftir manninum heldur enn bóltinum.

Ein dugnaligur fakmaður er ein dugnaligur fakmaður óansæð politiskan lit, átrúnað ella annað. Hettar er eftir øllum at døma nakað, ið málgagn teim sokallaðu frælslyntu ikki rættiliga tekur undir við. Har verður mangan sipað til politiskan lit sum um tað ávirkaði fakligu eginleikarnar hjá fólki. Nú er tað soleiðis, at politikkur er ikki tað, ið upptekur 100% av tíðini hjá teimum flestu. Kanska ein, ið ikki hevur gjørt annað í ein hálvan mansaldur, hevur ringt við at skilja hettar. Í hvussu so er átti tað at verið trupult at vurderað fakligu eginleikarnar hjá fólki, um tú einki samband hevur havt við veruligt arbeiði uttan um politikk og ongantíð er vigaður fakliga sjálvur.


Skilamenn finnast allastaðni, men í summum umhvørvum fáa teir kanska ikki altíð høvi at siga sína meining uttan at verða úthongdir og niðurgjørdir við at sáa iva um dugnaskapin hjá teimum. Sjálvsagt átti hettar ikki at komið fyri í einum demokratiskum landi sum Føroyum. Er talan um ein dugnaligan handverkara, so verður hann ikki ein minni dugnaligur handverkari av at skifta politiskan flokk ella siga sína meining annars. Tað sær út til, at ávísar kreftir í hesum samfelag hava eitt líka avslappað forhold til talufrælsi, sum teir hava til ognarrættin.


Adlai Stevenson defineraði eitt frælst samfelag sum eitt samfelag, har tað var trygt at verða ópopulerur. Tryggleiki merkir eisini, at møguligt er at siga sína meining, uttan at tú automatiskt verður skírdur dovin ella dugnaleysur av málgagni Fólkafloksins. Evnið er tað, ið eigur at verða viðgjørt og ikki persónurin, ið framber evnið. Alt annað hongur bókstaviligani í leysari luft. Ringt er at síggja hvussu samanbarligt tað sokallaða frælslynta er við álop á persónligan integritet hjá fólki, bert tí tey ditta sær at hava eina meining, ið ikki passar við linjuna hjá tí sokallaða frælslynta málgagninum, ið skal eitast at verða teim frægu til eggjan. Sloganið »teim frægu til eggjan« sigur nokk um muruna aftan fyri málgagnið. Verður tú ikki eggjaður av innihaldinum, so ert tú ikki millum tey frægu.