Leypir gleðiliga allar bygdirnar í Suðuroy um

Borgarstjórin á Tvøroyri hevur einki ímóti at leggja saman við Sumbiar Kommunu

Samanlegging

? Eg skal gleðiliga leypa allar bygdirnar í Suðuroy um.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, fer fegin á fund við Sumbiar Kommunu at tosa um samanlegging.
Sumbiar Kommuna hevur boðið øllum kommunum í Suðuroy á fund at tosa um at leggja alla oynna í eina kommunu.
Men bara Tvøroyri tók av, allar hinar søgdu nei.
Tessvegna fer Sumbiar Bygdaráð nú at bjóða Tvøroyrar býráð á fund um at leggja tær báðar kommunurnar saman.
Borgarstjórin í Sumba hevur als onki ímóti at leggja Sumba og Tvøroyri saman í eina kommunu.
Og tað er borgarstjórin á Tvøroyri samdur í.
Hann sigur, at býráðið á Tvøroyri hevur ikki viðgjørt spurningin um at leggja saman við Sumbiar Kommunu.
Men sjálvur hevur onki ímóti tí.
? Eg skal fegin leypa allar bygdirnar í Suðuroy um fyri at leggja saman við sumbingum, sigur hann.
Hann sigur sostatt verður tað við opnum sinni, at Tvøroyrar býráð fer á fund við Sumbiar Bygdaráð.
Hann heldur, at tað er neyðugt at øll oyggin verður løgd í eina kommunu og at hetta kann verða fyrsta stigið á leiðini.
At kommunurnar ikki eru grannakommunur, men eru í hvør sínum enda í oynni, sær hann ongan trupulleika í.
? Tá bergholið ímillum Øravík og Hov er komið, er fjarstøða ongin trupulleiki tí tá er ein hálvur tími at koyra ímillum. Og Sumba og Tvøroyri hanga líka væl saman landafrøðiliga sum nógvar kommunur norðanfjørð gera, sum hava lagt sama, sigur hann.