Leypa á Irak um tvær ella tríggjar vikur

Amerikanarar og bretar fara at leypa á Irak seinni í hesum mánmaðinum, sama hvat ST-trygdarráðið sigur.

Hóast amerikanskir og bretskir diplomatar alment royna at gera tað, sum gerast kann, fyri at fáa hini limalondini í ST-trygdarráðnum at taka undir við tí seinasta Irak-uppskotinum, hevur atkvøðugreiðslan ongan veruligan týdning. Tí USA og Bretland hava longu gjørt av at leypa á Irak um tvær ella tríggjar vikur.
Tað skrivar bretska blaðið The Dilay Telegraph, sum sigur seg hava tíðindini frá ónevndum ráðharrum í Blair-stjórnini.
- Álopið kemur seinni í hesum mánaðinum. Um tvær ella tríggjar vikur. Ikki seinni, verður ein av ráðharrunum endurgivin fyri at hava sagt við blaðið.