25 ára gamla songkvinnan Cheryl Cole úr bólkinum Girls Aloud er ein av dómarunum til ensku X-Factor kappingina ,og hon var úti fyri eini keðiligari hending nú um dagarnar. Ein maður leyp á hana, tá hon skrivaði autografar til fjepparar, og so mátti eitt hjálparfólk – sum um ein vissur var í hølunum á teimum – leggja uppí. Framleiðararnir av X-Factor sendingini hava skerpa trygdina eftir hendingina.