Leyp á húsfólk

Boð vórðu í gjárkvøldið send eftir løgregluni í samband við eitt harðskapsmál í Vágum.


Av løgreglustøðini verður upplýst, at talan var um ein ungan mann fyrst í tjúgunum, ið leyp á eitt av húsfólkunum heima hjá sær sjálvum um tíggju tíðina í gjárkvøldið.


Løgreglan kom á staðið, handtók viðkomandi og tóku hann við til Havnar. Viðkomandi var ávirkaður tá hann leyp á og hevur løgreglan sostatt enn ikki avhoyrt viðkomandi, men verður bíðað til viðkomandi hevur sovið rúsin av.


Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir tó, at løgreglan viðgerð málið sum eitt harðskapsmál.