Sum nevnt á Portalinum í gjár, rullaði ein stórur steinur oman á Kaldbaksvegin gjáramorgunin. Eisini á Tjørnuvíkarvegnum rapaði grót oman á vegin og gjørdi skaða á bil Nú frostið er farið úr jørðini aftur, er ikki heilt vandaleyst at koyra eftir vegunum í brattlendi, tí nógvastaðni er lopið.
Gjáramorgunin rullaði ein steinur oman á Kaldbaksvegin, og ein bilur fekk stóran skaða, tá ið hann rendi á steinin.
Politiið frætti í gjár eisini frá eini kvinnu í Tjørnvík, sum hevði verið fyri líknandi óhappi. Stutt frá bygdini hevði hon í nýggja bili sínum rent á omanrullað grót, og bilurin fekk rímiliga stóran skaða.










