Leynavatnstevnan 1998

Leygardagin 6. juni verður stevna við Leynavatn. Fyrr hevur hon verið hildin sunnudag, men í ár verður roynt at hava hana leygardag. Høvuðstiltakið er kappríðingin, ið Føroya Ríðingarfelag skipar fyri. Kappast verður í trav, tvíspor ung og tvíspor vaksin. Ognarsteyp verða givin til trý tey bestu rossini í hvørjum bólki, eins og ferðasteyp verður handað fyri bestu tíð í tvíspor.

Børnini fara at hava ymiskt spennandi at fáast við. Hoppiborg verður sett upp, og aftaná kappríðingina verður ponyríðing. Sum nakað nýtt verður onkur stuttleikakapping á rossum tá sjálv kappríðingin er av. Eisini verður ymiskt til sølu, so sum pylsur, ísur, pop-top, pannukøkur og kaffi.


Skráin fyri dagin sær soleiðis út:

kl. 15.00Stevnuøkið opnar

kl. 16.00Kappríðing

kl. 18.00Stuttleikakapping á rossum

kl. 18.30Ponyríðing

Seinni verður bál tendrað á sandinum, og høvi verður at keypa pylsur at snerkja. Har verður posarenning, togtogan og felagssangur.


Skráin til kappríðingina er hendan: