Í samband við arbeiði í Leynatunnlinum, verður tunnilin stongdur um næturnar.
Í umleið 5 vikur verður tunnilin stongdur soleiðis gerandisnætur: Mánakvøld til fríggjamorgun millum kl. 22.00 og 06.00, og sunnukvøld til mánamorgun millum kl. 24.00 og 06.00.
Ferðsla sleppur gjøgnum tunnilin kl. 24.00, 02.00 og 04.00.










