Oniontree, Boys in a Band og Undirbeat verða ímillum tónleikararnir, ið fara at framføra leygarkvøldið, tá ið Náttin enn einaferð er Ung Ungdómstiltakið Náttin er Ung er enn einaferð á skránni, og verður tiltakið í høllini á Hálsi komandi leygarkvøld.
Tað eru Margarinfabrikkin og SSP-samskipanin, ið eru stigtakarar til hetta tiltakið, og endamálið er at geva teimum ungu møguleika at njóta tónleik í rúsfríum umhvørvi.
Náttin er Ung hevur áður haft stóra undirtøku ímillum tey ungu. Til seinasta tiltak vóru yvir 700 ung fólk savnaði, og fyrireikarar siga, at tey vænta einki minni hesaferð.
Nýggir tónleikarar verða eisini at hoyra. Millum annað fer unga vágskinnan Lív Ryggshamar at framføra nøkur løg saman við Eyðun Nolsøe. Fyrireikarar siga, at tað er týdningarmikið, at lova ungum sangarum framat, og geva teimum møguleika at mennast sum sangfuglar.
Tiltakið er partur av einari samstarvsavtalu ímillum SSP-samskipanina og Margarinfabrikkin, og eftir ætlan verða fleiri líknandi rúsfrí ungdómstiltøk á skránni í framtíðini.